Tab Realm

TAB by Song : 130239
A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z
Tab List Area
1 Pages 1 Results

Min Skattur by Signar I Homrum



 
           Min Skattur






Tuning: |Standard|

Capo: |none|

Repeat sign: |:  :| (play it twice)

Intro: |: C | F | C | G :|


Verse 1.
C                       G
Kom her mín skattur, og sit her hjá mær
        Am                 Em 
lat meg vita hvat tú fegin vil.
F                      C
Sig mær hvønn tú hevur spælt við í dag,
         Dm               G
hvønn tú teknaði hjartaði til.
   C                    G
Er okkurt sum bagir, so sig tað við meg,
     Am                Em
fyri ongum eg siga tað skal.
F             C
Í tínum eygum síggi eg dreymar,
   G                C
og stjørnur í túsundatal.

Brake: |: C | F | C | G :|

Verse 2.
C                    G
Hevur tú hug til, at spæla eitt spæl,
     Am                 Em
ella kanska bert sita í frið.
F                C
Vit kunnu eisini ganga ein túr,
   Dm              G
og tú taka dukkuna við.
C                     G
Minnist tú hundin vit sóu í gjár,
       Am                Em
og sum gekk aftaná okkum heim.
  F                  C
Á vegnum vit hentaðu bunti av sóljum,
    G                C
við ánna so vøkur og rein.

Brake: |: C | F | C | G :|

Verse 3.
C                     G
Seinni í kvøld tá vit fara at sova,
   Am                    Em
so legg teg hjá mammu og mær.
F                 C
Eg skal finna upp á eina søgu,
   Dm                   G
og syngja ein sang fyri tær.
   C                  G
Og meðan tú sovnar eg kíni títt hár,
   Am                Em
og varliga balli teg inn.
F                 C
Fevni teg í mínum ørmun, ímeðan
   G                    C
tú sveimar í dreymarnar inn.

Outro: |: C | F | C | G :|









Kom her mín skattur, og sit her hjá mær
lat meg vita hvat tú fegin vil
Sig mær hvønn tú hevur spælt við í dag,
hvønn tú teknaði hjartaði til
Er okkurt sum bagir, so sig tað við meg
fyri ongum eg siga tað skal
Í tínum eygum síggi eg dreymar,
og stjørnur í túsundatal

Hevur tú hug til at spæla eitt spæl,
ella kanska bert sita í frið
Vit kunnu eisini ganga ein túr,
og tú taka dukkuna við
Minnist tú hundin vit sóu í gjár,
og sum gekk aftaná okkum heim
Á vegnum vit hentaðu bunti av sóljum,
við ánna so vøkur og rein

Seinni í kvøld tá vit fara at sova,
so legg teg hjá mammu og mær
Eg skal finna uppá eina søgu,
og syngja ein sang fyri tær
Og meðan tú sovnar , eg kíni títt hár
og varliga balli teg inn
Fevni teg í mínum ørmun, ímeðan
tú sveimar í dreymarnar inn









-----------